Vinnarin av lesaravirðislønini 2026

Bókin Svørt Orkide hjá Vónbjørt Vang hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku

bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Svørt Orkide” eftir Vónbjørt Vang, ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Vinnarin gjørdist ”Svørt Orkide”.

Mikudagin 4. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Landsbókasavninum.

Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit

Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tey tilnevndu

Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang (1974) er rithøvundur, yrkjari og bókavørður. Hon hevur lisið samanberandi/komparativar bókmentir og hevur eina BA í Ritlist. Vónbjørt hevur fingið stuttsøgur og yrkingar útgivnar í fleiri ymiskum tíðarritum og søvnum, og hon hevur útgivið trý yrkingasøvn

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen (1950) er best kendur fyri sínar krimisøgur, staðsettar í Føroyum. Hann hevur eina Master útbúgving í Norðurlendskum bókmentum og hevur undirvíst í føroyskum bókmentum og máli á Universitetinum í Keypmannahavn síðani 1986.

Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs (1974) er ein fjøltáttaður rithøvundur. Hon hevur eina Master útbúgving í føroyskum máli og bókmentum og er harumframt heilsurøktarfrøðingur. Marjun hevur útgivið yrkingasøvn, stuttsøgur, skaldsøgur, sangtekstir, barna- og ungdómsskaldsøgur, umframt leikrit til film og sjónleik.