Reglugerð fyri lesaravirðislønina

§ 1: Virðislønin ber heitið Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

§ 2: Føroysku bókasøvnini lata virðislønina á hvørjum ári.

§ 3: Virðislønin verður latin einum verki, sum er til vaksin.

§ 4: Tey føroysku bókasøvnini áseta virðislønarupphæddina.

§ 5: Ein fimmmannanevnd við umboðum frá teimum føroysku bókasøvnunum ger av, hvørji verk verða tilnevnd lesaravirðislønina.
Umboð fyri bókasøvn við starvsfólki, ið hevur bókasavnsfakliga útbúgving, sita í nevndini.
Forfólkið í nevndini kallar inn til fundar fyrst í hvørjum ári. Landsbókavørðurin tryggjar, at nevndin er virkin sambært reglugerð.
Nevndin skal skipa fyri atkvøðugreiðslu millum føroyskar lesarar.
Verkið, ið fær flestar atkvøður, fær virðislønina.

§ 6: Nevndin velur á hvørjum ári, hvørji verk verða tilnevnd. Tilnevningin byggir á útlánshagtøl hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Treytin er, at tey tilnevndu skulu vera skrásett á føroyska bókalistanum.

§ 7: Virðislønin verður á vári á hvørjum ári handað á einum bókasavni. Nevndin ger av, hvar virðislønarhandinin fer fram. Fyrsta lesaravirðislønin verður handað á vári 2024.