Heimsmálskassar
Til ber at fáa litfagrar kassar við teimum 17 heimsmálunum, at nýta til framsýningar og annað í viku 17.
Kassarnir fáast við at venda sær til Landsbókasavnið.
Ruskbingo
Eitt stuttligt tiltak sum ber til at hava aá bókasavninum í viku 17, er Ruskbingo.
Sí plátuna her, og tak hana niður sum pdf: Ruskbingo
Heimsmáls skattaveiða til børn
Til ber at hava eina skattaveiðu har børnini læra meir um tey 17 heimsmálini. Hetta kann vera bæði úti og inni. Sí skattaveiðuna her: Heimsmáls skattaveiða
Nám hevur eina góða temasíðu um heimsmálini á snar.fo/heimsmal/
