Hvat er vika 17?

Í viku 17 varpa føroysku bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.
Søguliga sæð hava tilboðini hjá bókasøvnunum altíð verið grundað á burðardygd, har vit øll eru felags um tilfarið á bókasøvnunum. Bøkur og annað verður lænt út aftur og aftur.
Við heimsmálunum mælir ST til, at vit bæði tvørtur um lond og í okkara nærumhvørið arbeiða við burðardygd og her hava bókasøvnini eisini eina ábyrgd. Øll hava atgongd til bókasøvnini og tí skuldu eisini verið góðar umstøður hjá bókasøvnunum at fáa fólkið á staðnum at stuðla heimsmálunum.