Být um avleggarar ella urtapottar. Bókasavnið kann byrja við at hava nakrar avleggarar, og so kunnu fólk koma við teirra egnu, og taka aðrar heim við. Um umstøður eru til tað, ber til at bjóða fólki at koma á bókasavnið at sáa fræ í td. gamlar mjólkarpakkar.
Hugskot til tiltøk


Skipa fyri felags máltíð á bóksavninum. Tað kann vera sum eitt samanskotsgildi, har øll taka okkurt við. Ger ein lista, har fólk kunnu tekna seg til, og skriva hvat tey taka við. Tankin er at tað skal vera bíligt og lætt hjá teimum sum koma – og at tað skal vera hugnalilgt at eta saman við kendum og ókendum.

Framsýningar við bókum og lutum um td. havið, rørslu, sálarheilsu, javnstøðu, burðardygd, mannarættindi, veðurlag, fátækradømi oa.
Her kunnu heimsmálskassar vera hentir at prýða um framsýningina.

Hav eina ítrivs- ella bøticafé. Fá onkran kønan at leggja fólki lag á at stoppa, seyma, bøta, knýta, hekla ella smíða. Um tað ber til, so eisini at hjálpa við at bøta súkklur, hekkla berinet, makramé at hanga urtapottar í oma.

Set ein ella fleiri dagar av til at hava umbýtisveitslu á bókasavninum. Kom við gomlum (góðum) klæðum, leikum, prýðislutum og steintoyi og být um við onnur.

Skipa fyri einum gongutúri, har tit taka ein posa at koyra rusk í, sum tit finna á vegnum. Til ber at steðga ávís støð og lesa viðkomandi brot úr stuttsøgum ella yrkingum. Ella man fer á bókasavnið aftaná til ein drekkamunn og upplestur.

Ger postarenning nærhendis bókasavnið, har tey ymisku heimsmálini eru við. Aftaná postarenningina kann man td. fáa eitt sunkist ella líkn. Og so ber til at hava eina teknikapping ella søguløtu á bókasavninum.

Skipa fyri fyrilestri um eitt ella fleiri heimsmál – tað kann td. vera um havið, rørslu, sálarheilsu, javnstøðu, burðardygd, mannarættindi, veðurlag, fátækradømi oa. Bara hugflogið setur mørk. Fyrilestrarnir kunnu skipast til bæði børn og vaksin.
