Marjun Syderbø Kjelnæs (1974) er ein fjøltáttaður rithøvundur. Hon hevur eina Master útbúgving í føroyskum máli og bókmentum og er harumframt heilsurøktarfrøðingur. Marjun hevur útgivið yrkingasøvn, stuttsøgur, skaldsøgur, sangtekstir, barna- og ungdómsskaldsøgur, umframt leikrit til film og sjónleik. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir, og hevur verið í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina og Norðurlendsku bókmentavirðislønina til børn og ung. Fleiri av verkunum hjá Marjuni eru týdd til onnur mál. Seinasta útgávan hjá Marjun var Marta, Marta (2022).
MARJUN SYDERBØ KJELNÆS
MARTA MARTA
